Eitt føroyskt lummaur teknað í Havn. Baksíðan á urinum er eitt vet bugað, somuleiðis sum glasið er eitt sindur bugað. Hetta ger at urið liggur væl í hondini.
Íblásturin er frá klokkuni í Havnar Kirkju og norrønu gudalæruni.
Urkassin er 49,5 mm, og er blankt stál. Stál keta er við. Skivan er matt hvít við svørtum tølum og pinnum. Sekundvísarin er bláur.
Tølini á skivuni eru tey somu sum á klokkuni í Havnar Kirkju. Á sekundvísaran er settur hamarin hjá Tór, Mjølnir. Á baksíðuni á urinum er føroyska flaggið í linjum. Til ber at gravera í urið.
Framleitt í Sveis.
Reviews
Eingi ummæli eru tøk enn.