Eitt føroyskt lummaur teknað í Havn. Baksíðan á urinum er eitt vet bugað somuleiðis sum glasið er eitt sindur bugað. Hetta ger at urið liggur væl í hondini.
Íblásturin er frá klokkuni í Havnar Kirkju og norrønu gudalæruni.
Urkassin er 49,5 mm, og er blankt stál. Stál keta er við. Skivan er matt svørt við silvur litaðum tølum og pinnum. Sekundvísarin er reyður.
Tølini á skivuni eru tey somu sum á klokkuni í Havnar Kirkju. Á sekundvísaran er settur hamarin hjá Tór, Mjølnir. Á baksíðuni á urinum er føroyska flaggið í linjum. Til ber at gravera í urið.
Framleitt í Sveis.
Reviews
Eingi ummæli eru tøk enn.