Íblástur

Hvørt ur hevur sína egnu serstaku søgu úr Føroyum. Íblástur úr føroyskari mentan og føroyskum siðaarvi.

Havnar Kirkja

Trý av urunum fáa íblástur frá Havnar Kirkju. Niels er bergtikin av estetiska og arkitektoniska bygnaðinum í kirkjuni, og harumframt hevur Niels samband við kirkjuna, við tað at hann er doyptur, fermdur og giftur har. Sum heild hava kirkjur stóran týdning fyri føroyingar. Havnar Kirkja varð bygd í 1788, og hevur staðið mest sum óbroytt síðani tá. Kirkjutornið er ein serstøk sjón í havnini, og tí helt Niels, at tað var eitt gott hugskot at seta klokkuna, sum er í torninum, inn í urið.

Føroysk Binding

Í urunum til kvinnur, vildi Niels gera eitt sindur burtur úr tí ríku bindi siðvenjuni í Føroyum. Um hugsað verður um, at tað finnast fleiri seyðir enn fólk í Føroyum, er tað kanska ikki so løgið, at ullin hevur spælt ein stóran leiklut í føroyskari mentan. Stjørnan í kvinnu urinum er frá einum bindimynstri úr bókini “Føroysk Bindingarmynstur.” Í fleiri hundrað ár hevur ullin givið føroyingum klæðir, og kvinnu urið hjá Faroe Time sleppur nú at spæla ein lítlan leiklut í tí siðvenjuni.

Tórs hamari/Mjølnir og Merkið

Sum við mannfólka urunum, er klokkan í Havnar Kirkju eisini sett inn í lummaurið. Tó finst ein lítil, men sera týdningarmikil smálutur í urinum, nevniliga Mjølnir, hamarin hjá Tór úr norrønu gudalæru. Tórs hamarin er ein partur av eyðkennismerkinum hjá Tórshavn, og av tí at Niels er føddur og uppvaksin har, vildi hann gjarna hava Tórs hamaran í urið. Av tí at lummaurið eisini verður nýtt til føroyska mannfólkabúnan, ynskti Niels at fáa tað føroyska flaggið á urið aftanfyri, teknað í linjum. Lummaurið hevur eisini safir glas, men glasið er bogað, so at tað sær meira snotiligt og snøgt út.