Søgan
Faroe Time
Niels bleiv útbúgvin optikari í 1991, og tey handaligu evnini eru gingin í arv frá millum annað abbanum, sum var gull- og ursmiðjur í Havn. Í 2008 lótu Niels og konan, Nomi, handil upp í Miðlon. Í 2011 tóku tey yvir Klokkuna í SMS, og blivu tískil eigarar av tveimum ur- og smykku handlum í Havnini, saman við optikara handli í Miðlon.
Niels hevur í nógv ár havt eitt ynski um at gera egið urmerki, og í 2020 vóru fyrstu tekningarnar gjørdar av Faroe Time urunum. Niels teknar alt við hond fyrst, og síðani verða broytingar gjørdar so hvørt, inntil tað er klárt at tekna í einum forriti.
Niels fær eisini góða ráðgeving frá Nomi, tí hennara drúgvu royndir og vitan innan ur- og smykku vinnuna, geva eitt íkast til val av td. litum og slag av reimum.
Niels dámar væl at hugsa um einhvønn smálut, og nógv arbeiði verður lagt í at sniðgeva hvørt ur. Stórur dentur er lagdur á kvalitetin, og tí hava øll urini sveisiskt urverk, safir glas, og eru framleidd í Týsklandi og Sveis.