Handilstreytir

Tá tú keypur á síðuni faroetime.fo handlar tú við Faroe Time, ið er eitt undirheiti hjá:

Sp/f Asile,
V-tal 520055
Hoyvíksvegur 67,
postboks 1028
110 Tórshavn
Telefon 229 043
Teldupostur: time@faroetime.fo

Endalig avtala um keyp er gjørd, tá ein bílegging er móttikin og vátta av Faroe Time. Prísirnir eru í donkum krónum íroknað mvg.

Gjalding

Gjald fyri vørur kann gerast við gjaldskortið. Fyri at veita eina so góða trygd sum gjørligt samarbeiða við OnPay, Nets og Teller. Gjaldast kann við Dankorti, Visakorti, JCB og Masterkorti. Upphæddin fyri keypið verður tikin av kortinum, tá vøran verður send.

Tá gjaldast skal fyri vøruna, skalt tú útfylla kreditkortnummar, útleypsdato og kontroltal. Hetta kanst tú trygt gera, tí hetta verður SSL-trypterað hjá OnPay.

Útbering/veiting

Útbering av vørum keyptar á faroetime.fo er ókeypis. Hetta er tó bert galdandi í Føroyum. Fyri onnur lond vísa vit til aðrar síður hjá Faroe Time.

Vit senda við Posta. Verður vøran bíløgd áðrenn kl 11.00 gerandisdagar, verður vøran send sama dag. Væntast kann at vøran er frammi innan 2 dagar.

Um vøran ikki av einhvjørjari orsøk kann veitast, tilskilar Faroe Time sær rættin til at strika eina bílegging. Gjaldið veður tá heldur ikki trekt. Hetta er eisini galdandi um týðilig villa er í prísásting á vøruni.

Iðranarrættur

Tú kanst angra títt keyp innan 14 dagar. Ynskir tú at angra eitt keyp, skal hetta gerast innan 14 dagar eftir móttøku við at senda teldupost til time@faroetime.com við upplýsingum um ordranummar og telefonnummar. Hereftir skal vøran sendast aftur, og upphæddin verður flutt aftur tá vit hava móttikið vøruna.

Vøra, ið verður send aftur, má ikki vera brúkt og má vera í sama standi sum við keypi. Um vøran ber brek ella ikki er í ordan tá tú móttekur vøruna, má boðast frá beinan vegin.

Um serligar tillagingar eru gjørdar eftir tínum ynski við vøruni t.d. gravering, kann vøran ikki takast retur.

Garanti

Títt Faroe Time ur hevur eitt 2 ára garanti, sum fevnir um øll brek, ið hava við framleiðslu at gera og eru komin vegna vánaligt tilfar ella arbeiði, sum er illa úr hondum greitt. Garantiið umfatar urkassa, urverk, skivu og vísarar. Garantiið umfatar ikki battarí, urglas, krúnu reimir, krystallir og annað prýði. Heldur ikki skaða (harímillum vatnskaðar) og vanligt slit.

Skuldi eitt brek verið við vøruni skal boðast frá á time@faroetime.fo har boð verða givin hvar skal gerast.

Klaga

Vit royna sum heild altíð at veita eina so góða tænastu sum gjørligt. Er okkurt veitari og keypari ikki kunnu verða samd um kann keyparin klaga til Brúkaraumboðið. Galdandi koktakt upplýsingar finnast á bruk.fo.